Sóknast eftir myndum av bussi í Vágum

Í sambandi við søguskriving verður leitað eftir myndum av gamla Norðistovu-bussinum í Sørvági - ella bussinum hjá Henry - sum hann eisini varð nevndur.

Bussurin varð uppbygdur í smiðjuna hjá J. K. Joensen & soni í Miðvági fyrst í 60-unum fyri N. Niclasen í Sørvági. Seinni yvirtók Henry Davidsen í Sørvági bussin. Eina tíð átti Jógvan Hans Joensen í Miðvági bussin, ið hann seldi til Jógvan Martin Høj á Strondum, sum lakkeraði hann reyðan. Áður hevði hann verið bláur. Myndirnar skulu nýtast til søguna um bussin.

Tey, sum eiga myndir av bussinum - eisini tá hann stóð í gerð - eru vælkomin at seta seg í samband við Jens Jákup Hansen á tel. 221775.