Soleiðis segði løgmaður í samrøðu við Rás2 í gjár, tá hann var spurdur, um TAKS hevði mist annað, enn tær 200.000 krónurnar sum TAKS misti, tá Sp/F Sisero fór á húsagang.
Sosialurin hevur biðið um innlit í búroknsapirnar bæði hjá Føroya Skiftirætti og hjá TAKS, men har fáa vit ikki innlit.
Tá løgmaður í samrøðuni við Rás2 í gjár segði, at hann fegin vildi almannaøkunngera búroknskapirnar, sendu vit honum eina innlitsumbøn.
Men løgmaður »hevur onga viðmerking«, sigur hann í svari til innlitsumbønina, sum er send Løgmansskrivstovuni.
Tí heita vit hervið á kreditorar hjá nevndu feløgum um at útvega okkum hesar búroknskapir, so røttu tølini kunnu almannakunngerast.