Sóknast eftir avvarðandi hjá sálarsjúkum

Fyri at fáa størri innlit í umstøðurnar hjá avvarðandi hjá sálarsjúkum sóknast Sinnisbati og Psykiatriski Depilin eftir fólki, sum kunnu varpa ljós á evnið

Verkætlanin ”At síggja við hjartanum” fór av bakkastokki 1. mars. Ein partur av verkætlanini er at gera eina virkisætlan, sum skal lýsa og viðgera støðuna hjá teimum avvarðandi – bæði, hvussu tey kunnu verða ein virkin partur av lívinum og viðgerðini hjá tí sálarsjúka, og um teirra egna tørv á kunning, ráðgeving og øðrum tilboðum.

- Tí vilja vit fegin hava samband við núverandi og fyrrverandi avvarðandi kring alt landið, fyri at hoyra um teirra royndir, hugsanir og ynski, sigur Annlis Bjarkhamar, samskipari.

Virkisætlanin skal millum annað byggja á royndir, hugsanir og ynski hjá teimum avvarðandi og geva boð uppá, hvørji átøk eru neyðug, so avvarðandi eisini fáa eitt gott tilboð í sambandi við sálarsjúku.

Annlis Bjarkhamar sigur, at ætlanin er at hittast við avvarðandi í tíðarskeiðinum 26. apríl – 3. mai, og at tey avvarðandi, sum hava hug at luttaka kunnu senda ein teldupost til sinn@email.fo ella ringja á tlf. 50 76 32 áðrenn 25. apríl. Til ber at lesa meira um verkætlanina á www.sinnisbati.fo.