- Tað kann ikki vera rætt, at eitt trætumál millum Fiskiveiðueftirlitið og Landsverk um hvør skal gjalda fyri, at Brimil heldur boyurnar til aldumátarnar viðlíka ger, at aldumátararnar fara í søguna.
Tað sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Á tingfundinum mikudagin fer løgtingskvinnan úr Fuglafirði at seta Kára P Højgaard ein munnligan fyrispurning um hesi viðurskiftini.
Edva Jacobsen vil hava at vita, hvat verður gjørt fyri at fáa aldumátararnar at virka aftur, og nær roknast kann við, at teir koma í brúk aftur.
Aldumátararnar kring Føroyar hava stóran týdning fyri skip og útróðrarbátar, sum sigla og fiska undir Føroyum, og tí vera hesir óvirknu aldumátarar, sum eru norðan fyri og sunnan fyri nógv saknaðir av okkara siglandi fólki, og mugu hesir skjótast gjørligt fáast at virka aftur, sigur Edva Jacobsen.










