Myndugleikarnir í Egyptalandi sóknast framvegis eftir umleið 800 virðismiklum fornlutum, sum hvurvu undir ófriðinum fyrr í ár. Fornlutirnir hvurvu úr einum forngripasavni við býin Ismailiya undir ófriðinum, sum at kosta noyddi Hosni Mubarak, forseta frá.
Fornfrøðingurin Mohamed Abdel Maqsood sigur við fjølmiðlarnar, at teir horvnu fornlutirnir stava frá útgrevstrum í Suez og Sinai. Lutirnir gomlu Farao-tíðini, rómverjatíðini og frá seinni tíð.
Mohamed Abdel Maqsood sigur, at umleið 1.100 fornlutir vórðu stolnir undir ófriðinum, og at 293 teirra eru komnir afturíaftur. Fleiri av lutunum hava fingið skaða, sigur hann.