Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinnapartin hósdagin vóru tríggir ungir menn á politistøðini í Havn og meldaðu sóknarprestin í Norðurstreymoy, Mogens Tilsted Christensen, fyri nøkur brot í eini grein, sum presturin hevði í bløðunum fyri jól.
Greinin kallast Guds velsignelse og stadig fremgang for mennesker på Færøerne, og ungu menninir halda, at hon ikki eigur at fara aftur við borðinum.
Í greinini takkar prestur føroyskum politikarum sum ikki atkvøddu fyri udvidelse af antidiskriminationslov med et forbud mod at diskriminere folk på grund af deres seksuelle observans.
Samkynd og pedofilar
Tað er serliga brotið í greinini hjá presti, sum vit fara at endurgeva, ið hevur fingið menninar at geva ilt av sær.
Í hesum broti skrivar prestur: Hvis en børnehave eller en skole har homoseksuelle eller pædofile pædagoger til at tage sig af børnene, så udsættes børnene for vrangpåvirkninger i stedet for at få sunde og fornuftige Guds vidnesbyrd og belæring om, at det seksuelle hører hjemme i ægteskabet mellem mand og kvinde.. Í greinini sigur prestur, at man sætter jo ikke ræven til at vogte høns.
Her samanber prestur samkynd og pedofilar, men ungu menninir duga ikki at síggja nakran samanburð í einum forholdi millum vaksin fólk og so einum forholdi millum vaksin og børn.
Í einum øðrum broti, skrivar prestur, at det er en naturlig diskvalificering for en lærer at være homoseksuel, fordi læreren ved den nære kontakt med de unge mennesker kan komme til at lære den menneskeopfattelse videre til børnene, at homoseksualitet er normalt og godt.
Út um mark
- Sum tónleikarar dámar okkum at brúka skrivi-og talufrælsi, og tað er sjálvsagt eisini loyvt prestinum, men vit halda, at hann í hesum lesarabrævi fer um øll mørk, siga ungu menninir, sum allir spæla við tónleikabólkinum 200.
Teir siga seg onga løtu ivast í, at nógvir føroyingar kundu hugsað sær at átalað hetta lesarabrævið hjá presti.
- Vit eru sannførdir um, at nógv standa klár at taka um endan, men til tess krevst, at málið fyrst er meldað. Hetta hava vit nú syrgt fyri, siga teir tríggir.
Á politistøðini siga tey, at málið nú verður latið kriminalløgregluni, og síðan verður støða tikin til, hvat víðari hendir.