Ein partur av arbeiðnum at skipa og fríðka miðbýarøkið í Klaksvík er at flyta Ósá eysturum útfyllingina, so hon fer at renna út á vágna fram við Kappróðrarneystinum. Í gjár, fríggjadagin, vóru tekniska umsiting og vegadeildin hjá kommununi í ferð við hendan partin av arbeiðnum í miðbýnum.
- Ein fyrimunur við hesari broytingini er, at atkoman til útfylta miðbýarøkið verður munandi breiðari og harvið betri, siga tey av Klaksvíkar Kommunu í kvøld. Samstundis ger henda umlegging, at áirnar báðar, Ósá og Vágsá, fara at renna út hvør sínu megin útfyllingina.
Hetta arbeiði er eisini ein liður í arbeiðnum at fríðka um miðbýarøki