Sambært upplýsingum frá reiðarínum meta myndugleikarnir, at lítil vandi er fyri, at Athena søkkur. ? Hon sakk ikki seinast, og tað ger hon neyvan heldur hesaferð, verður sagt. Hetta er sum kunnugt triðju ferð, at Athena brennur.
Fyrstu ferð var fyri nøkrum árum síðani, og skipið var júst liðugt umvælt og á veg til fiskiskap, tá tað í fjør summar kom eldur í skipið. Eldurin festi í eitt goymsluhøli, har pakningurin varð goymdur.
Tá eydnaðist at fáa meginpartin av manningini av skipinum, sum síðani sigldi við egnari hjálp til lands í Onglandi.
Eldurin herjaði í triggjar vikur, áðrenn sløkkilið endiliga slapp umborð at basa seinastu glóðunum.
Hvørki fyrru ferðina ella hesa seinni ferðina sakk skipið, og tí verður roknað við, at Athena eisini hesaferð heldur seg flótandi.
Væntandi gongur ikki so drúgv tíð, áðrenn sløkkilið sleppur umborð á Athenu.