Súkkluumstøðurnar í kommununi skulu betrast við nýhugsan

Í Havn eru nógvar sniðgøtur og aðrar smáar gøtur, sum í stóran mun eru ókendar og lítið brúktar. Tað er spell, tí fleiri av hesum gøtum kunnu lætta um gongu- og súkkluleiðirnar hjá fólki og gera tær bæði tryggari og hugaligari. Gøturnar liggja nevniliga í friðarligum og ofta grønum økjum, burtur frá frá tungu og osandi bilaferðsluni. Eitt yvirlit skal gerast yvir hesar gøtur, soleiðis at kunnleikin um tær gerst betri, og at tað tí eisini gerst lættari at velja súkkluna. Tað skal vera lætt, trygt og ómakaleyst at velja grønt!

Yvirlitið yvir gøturnar kundi møguliga verið lagt út á Google Maps ella okkurt líknandi, soleiðis at fólk veruliga kunnu nýta yvirlitið og læra seg nýggjar súkklu- og gonguleiðir.

Eitt slíkt yvirlit yvir bussleiðina liggur longu á hesi app, og tí skuldi tað verið møguligt at gjørt tað sama fyri hesar smærri, góðu gøturnar. 

 

##med2##

Sniðgøturnar eru nógvar, summar er kendar og aðrar ikki. Verða hesar partur av súkkluleiðunum í kommununi, verður ferðslan tryggari og hugaligari, tí tað slepst undan tungu og osandi ferðsluni

 

Neyðugt er við øðrum átøkum eisini, skal kommunan gerast enn meir súkkluvinarlig:

- Súkkluleiðirnar skulu áhaldandi byggjast út í allari kommununi, og áðurnevndu sniðgøturnar skulu við í arbeiðið, tí tað er ikki allastaðni, at tað er møguligt at byggja gongu- og súkklubreytir.

- Pengar, tíð, dugnaskapur og nýhugsan skulu áhaldandi setast til at betra um súkkluumstøðurnar í kommununi, og at gera Havnina til ein veruligan súkklubý. Her kunnu vit saktans leita okkum hjálp úr øðrum støðum, har avbjóðingarnar hava verið líknandi, t.d. við smølum vegum.

- Tað eru mong portur, sum forða súkkluferðslu á sniðgøtunum (myndin oman fyri). Hesi skulu takast burtur, har tað er møguligt. Mongu portrini kunnu síggjast her https://www.mtb.fo/tidindir/portur/.

- Haldast skal fast í ætlanini um at gera Tórshavn til súkklubý, m.a. við at útvega fleiri súkkluparkeringsmøguleikar.

 

##med3##

Súkkluparkering í Steinatúni. Har eru eisini amboð og ein súkklupumpa. Frálíkt! Meir av hesum.