Hósdagin byrjar ferðin hjá súkklarunum hjá Team Rynkeby Føroyar móti Paris. Byrjað verður í Klaksvík, har Klaksvíkar Kommuna og Krabbameinsfelagið í lítlari almennari samkomu á Helnabrekku heilsa uppá súkklararnar og senda teir avstað.
Súkklað verður framvið Klaksvíkar Sjúkrahúsi og síðan heldur leiðin suðuryvir. Um náttina fer liðið við Norrønu til Hirtshals. Á ferðini eru 44 súkklarar og 11 hjálparfólk.