Tað sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í skrivi, hann hevur sent in.fo.
Hann sigur seg eisini ivast í, hvussu brandbilar, bussar o. s. v. skulu klára seg oman ígjøgjum Tórsgøtu.
– Vit eru ikki ímóti, at ferðandi við súkklu skulu hava góðar umstøður, men staðsetingin kundi verið aðrastaðnis í býnum, soleiðis at øll fingu gleði av hesum, sigur Tróndur Sigurðsson.
– Tað hava vit eisini mælt til í avvarðandi nevndum. Men at staðseta eitt súkklyskýli mitt á einum av mest trafikkeraðu vegunum í Havn er burturvið – og ikki minst er hetta keðiligt fyri vinnuna og mentanarlívið í Havn at missa fýra parkeringspláss aftrat, tá so stórur mangul av p-plássum er í miðbynum, sigur Tróndur Sigurðsson.