Súkklurnar eru komnar

Heilsusjúkrasystrarnar í Suðuroy hava fingið súkklur at brúka til arbeiðis í staðin fyri egnan bil, sum tær ikki vilja brúka.Tað boðar ikki frá góðum, heldur løgtingsmaður, sum hevur sett landsstýrismanninum fyrispurning um bilarnar hjá heilsusjúkrasystrunum

 

Fyrispurningur


Heilsusjúkrasystrarnar í Suðuroy hava fingið súkklur at flyta seg á, tá tær skulu til arbeiðis. Slíkt er púra burturvið, heldur løgtingsmaðurin Henrik Old, sum hevur spurt landsstýrismannin við almanna- og heilsumálum, hvussu verður við bilum til skipanina.

Henrik Old, løgtingsmaður, setti seinasta mikudag Sámali Peturi í Grund, landsstýrismanni við almanna- og heilsumálum, munligan fyrispurning,um, hvussu verður við bilum til heimarøktina.

Tað er soleiðis, sigur Henrik Old, at heilsusjúkrasystrarnar hava síðan fyrsta oktober noktað at brúkt egnan bil til arbeiðis.

?Tað ber stutt sagt ikki til at krevja av teimum, at tær skulu binda ein privatbil til arbeiðis um kvøldið, meðan restin av familjuni so sitir við ongum, sigur Henrik Old.

Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, svaraði, at Almanna- og Heilsumálstýrið hevur biðið um at fáa pengar til sjey bilar á eykajáttanarlógini fyri oktober. Hetta skal so hjálpa upp á tørvin, sigur hann.


Súkklur komnar

Henrik Old sigur í viðmerking, at tað er mikið gott við at biða um pengar til bilar. Men enn er eykajáttanarlógin ikki komin fyri tingið, so tað fer at taka eina tíð enn, áðrenn trupulleikin er loystur.

?Men ikki boðar tað frá góðum, sigur Henrik Old, at Meginskrivstovan hjá heimarøktini nú sendir heilsusjúkrasystrunum í Suðuroy eina súkklu til hvørt øki.

?Jú, tað er »idelig sannheit«, tekur hann aftur í aftur, at tað komu tvær súkklur suður nú í vikuni, sum fór. Ein dag seinkaðar, tí bilurin, sum kom við teimum, slapp ikki fram fyri kava, tann dagin, tær vóru við Smyrli. Tær skulu brúkast at ferðast innanbíggja við, verður sagt.

?Men hvat í Harans navni skal ein tilkomin kona gera á eini súkklu millum Øravík og Froðba á nátt í øllum veðri? spyr Henrik Old.

Hann vísir á, at tað er eisini sera trupult at brúka Bygdaleiðir eit nú í norðara parti av Suðuroy. Ferðast skal úr Sandvík, til Fámjins.Og tað kunnu gang tímar í millum, at bussurin koyrir til Fámjins. So her er brúk fyri einum bili, vísir Henrik Old á.


Bilarnir bíligari

Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum, váttar, at hann kennir til trupulleikan hjá heilsusjúkrasystrunum. Og hann er samdur við teimum, sum siga, at tað ber ikki til at leggja hald á ein privatbil, soleiðis sum gjørt hevur verið.

Sámal Petur í Grund sigur, at tey hava kannað á Almanna- og Heilsumálastýrinum, hvussu nógv tað kostar at lata heilsusjúkrasystrunum tænastubilar. Og úrslitið, tey komu til, var, at tað vóru beinleiðis pengar at spara við at keypa økjunum hvønn sín bil til arbeiðsbrúk hjá heilsusjúkrasystrunum. So eingin grundgeving er fyri at lata vera.

Hann gjørdi tí av at biða um pening til sjey bilar á eykjáttanarlógini fyri oktober, sigur Sámal Petur í Grund.

Men at heilsusjúkrasystrarnar hava fingið súklur sendandi til at brúka innanbíggja, kennir hann als einki til.

Á meginskrivstovuni hjá heimarøktini, sum hevur sent súkklurnar til Suðuroyar, ber ikki til at fáa orð á leiðaran, Jákup Foldbo. Hann er á skeiði, verður upplýst, og hann hevur boðað frá, at hann vil ikki órógvast.