Jákup av Skarði
-----
Til kommunuval, verður tikið fram, at súkklubreytir eiga at gerast her og har, at tryggari verður at súkkla í Havn. Men hvør er hugsanin, tá ið ynski er at taka súkkluna út um Havnina?
Er hugur at betra súkklu-umstøðurnar í Føroyum, hugsi eg, at vit sum skjótast eiga at loyva súkklum ókeypis við ferjunum. Tað kann væl vera at tað leingi hevur verið ásett, at rindast skulu 20 krónur, fyri at taka súkklu við ferju - men sannroynd er, at tað hevur vanliga ikki verið kravt eftir hesum pengum.
Nú er onkur broyting farin fram og dømi er um, at ferðandi skulu gjalda fyri at fáa súkkluna við sær til Nólsoyar.
At gjalda kr. 20,- fyri at taka súkkluna við Ternuni til Nólsoyar haldi eg ikki líkist nøkrum. Vit tosa um Nólsoy sum "Grøn oyggj" og vit hoyra javnan um vánaligu parkeringsviðurskiftini í Havn. Ein lætti er tað tá, at fara á súkklu og sjálvsagt er tað eisini fyri at "...hugsa um umhvørvið".
Eg havi í huga tríggjar ymsar vinklar til evnið:
Um ein, ið býr í Nólsoy og starvast í Havn, ynskir at nýta súkklu til arbeiðis, verður talan um eyka ferðaútreiðslur á kr. 400 um mánaðin!
Eg havi áður gjørt mær eitt rend til Havnar við næmingum, at tey kunnu læra seg at ferðast trygt í býar-ferðsluni. Hetta kann eg illa fyriskipað aftur, um foreldrini skulu gjalda.
Í skrivandi stund, veit eg ikki at siga, um súkklugjald verður kraft við Teistanum. Um so er, verður kostnaðurin kr. 240,- fyri at fáa súkklurnar við til Nólsoyar aftur, um eg geri ein familjutúr. Tað haldi eg er í stórari andsøgn til "grøna-hugtakið".
Góðu tit á SSL! Eg hugsi ikki at súkklugjald hevur stórvegis ávirkan á "stóra pott", men 20 krónur er stórt irritatiónsmoment fyri børn og vaksin, ið njóta veður og ferðslu, á súkklu.