Súkklukappingin Balslev Runt verður í morgin

Í morgin, leygardagin, skipar Balslev fyri tí árligu súkklukappingini »Balslev Runt«.

Kappingin er fyri gentur og dreingir frá 4. til og við 7. flokk.

Koyrt verður, sum navnið sigur, runt um bygningin hjá Balslev í Hoyvík.

Kappingin er í ár eins og undanfarin ár undir eftirlitið av Gunnar Dahl-Olsen og Jóhann Brend úr Tórshavnar Súkklufelag, og sum í øllum øðrum súkklukappingum er treyt, at hjálmur verður nýttur.

Fyrireikararnir vóna at fáa eins góða undirtøku í ár sum seinasta ár, tá umleið 80 børn luttóku.

Steyp og heiðursmerki verða latin til vinnaranar. Nummar 2 og 3 fáa heiðursmerki.

Fyri at øll skulu fáa okkurt burturúr verður ísur og Pop Top latin ókeypis til allar luttakaranar.