Hetta vikuskiftið á fjarðastevnu í Vestmanna, og komandi vikuskifti á vestanstevnu verður skipað fyri súkklukappingum.
Fyrra kappingin verður ein býarkoyring í Vestmanna á fjarðastevnu. Kappingin verður á skránni sunnudagin.
Fyrst verða børnini send avstað og koyra tey væntandi í umleið 20-25 minuttir. Síðani fara tey vaksnu og unglingarnir avstað og koyra tey í umleið 45-50 minuttir.
Byrjað verður klokkan 13.30 við børnunum og klokkan 14.00 við teimum vaksnu. Tilmelding er frá klokkan 13.00 á havnarlagnum, við gomlu brandstøðina í Vestmanna.
Vestmenningar hava syrgt fyri, at vegirnir verða stongdir, soleiðis at súkkluíðkararnir sleppa at koyra í friði, tá kappast verður.
Fyrireikararnir halda, at tað hevði verið stuttligt, um teir megnaðu at skipa eitt súkkluupplivilsi, sum er áskoðaravinarligt, og sum er føroyskari súkkling at frama.
Kappast verður aftur á vestanstevnu í Sandavági næsta vikuskiftið.










