Súkklukapping á páskum

 

 

Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri súkklukapping/motiónskapping 2. páskadag kl. 14.

 

Kappingin er ætlað unglingum, vaksnum og motiónistum.

 

Byrjað verður við plantusøluna við Hvítanesvegin í Havn. Koyrt verður fyrst til Gomlurætt, har vent verður. Leiðing gongur síðan allan vegin til Kaldbaks. Vent verður Úti við Bø, og so gongur leiðina aftur á mál, ið er við Plantusøluna.

 

Teinurin er umleið 60 kilometrar. Vaksin og motiónistar koyra hendan teinin, meðan unglingar koyra ein styttri tein, umleið 25 kilometrar.

 

Við samstundis at skipa fyri kapping og motiónssúkkling vónar felagið, at undirtøkan og áhugin fyri súkkling í Føroyum gerst størri.

 

Ætlanin er at TSF, umframt hesa kapping, eisini fer at skipa fyri øðrum motiónskappingum í ár og enn fleiri barna- og unglingakappingum.