Súkklu-FM um vikuskiftið

Um vikuskiftið sleppa børn og vaksin at kappast um føroyska meistaraheitið í einkultstarti og fjallasúkkling

Súkkling

 

Vegna heldur vánaligt veður síðsta vikuskifti bleiv kappingin um FM heiti í einkultstarti útsett til leygardagin komandi.

Leygardagin verður kappast í einkultstarti og sunnudagin í fjallasúkkling.

Leygardagin kl. 10.00 leggja tey vaksnu til brots. Tá verður kappast í 30 km einkultstarti. Koyrt verður á teininum millum Kaldbaksbotn og Kaldbaksbygd, og verður hesin teinur koyrdur fimm ferðir.

Kappingin hjá børnum byrjar kl. 12.00. Børnini koyra eisini á sama teini, men koyrt verður munandi styttri, ávikavist tveir, fýra og seks kilometrar.

Kappingin er fyri kvinnur og menn, gentir og dreingir.

 

Fjallasúkkling

Sunnudagin kl. 13.00 verður aftur lagt til brots, og tá stendur fjallasúkkling á skránni. Kappingin fer fram á økinum kring Plantusøluna í Hoyvík, og møtt verður undir hálvtakinum við Føroya Studentaskúla.

Tey vaksnu koyra í umleið ein tíma, og børnini um 20 minuttir. Kappingin hjá børnum byrjar kl. 14.00. Tilmelding er á staðnum.