Súkkling: Torkil skift lið

Torkil Veyhe er á veg fram í súkkling og nærkast nú toppinum í Danmark

Torkil Veyhe, sum er fleirfaldur føroyskur meistari í fleiri ymiskum greinum í súkkling, skiftir til Team Virtu Cycling frá ColoQuick-Cult. Talan er um eitt stig upp í danskari súkkling og fyribils er sáttmálin upp á eitt tað.

 

Á heimasíðuni hjá Team Virtu Cycling verður Torkil Veyhe lýstur sum eitt talent innan súkkling, hóast hann er 27 ára gamal. Orsøkin er, at hann er óroyndur í mun til nógvar av donsku súkklarunum.

 

Føroysi súkklarin hevur farna árið súkklað á tí, sum verður rópt kontinental-stigi. Her hevur hann staðið seg væl og givið súkklarum, sum eru styrkismettir væl hægri, skarpan gang.

 

- Eg meti, at eg í størri mun hann menna meg sum súkklara í Team Virtu Cycling. Eg havi møguliga ikki aldurin við mær, so eg skal velja við stórum umhugsni eitt lið, har eg kann menna meg og súkkla saman við sterkum súkklarum, sigur Torkil Veyhe við heimasíðuna.

 

Ítróttarstjórin, Michael Skelde, sum eisini stendur fyri at reka felagið í tí dagliga, hevur stórar vónir til føroyska súkklaran, hóast hann ikki er uppvaksin í vanliga súkkluumhvørvinum í Danmark.

 

- Eg veit ikki um at nakar føroyskur súkklari hevur rokkið slíkum stigi í súkkling. Eg síggi stórar møguleikar í Torkili Veyhe og øll tey sum hava sæð hann súkklað í ár, hava verið bilsin av honum, sigur Michael Skelde millum annað við heimasíðuna hjá liðnum.

 

Torkil Veyhe er 27 ára gamal og vann fyri kortum hattrik í FM í súkkling í Føroyum.