Súkkling: FM í MTB leygardagin

Fyrireikararnir hava avgjørt, at kappingin leygardagin eisini verður uppi við Føroya Studentaskúla í Hoydølum.

 

Sunnudagin bleiv kappast í MTB Criterium, sum er fjallasúkkling har koyrt verður runt á einum lítlum teini t.d. 45 minuttir.

Komandi leygardag verður kappast í sokallaðu MTB Cross Country, har kappast verður á einum ávísum teini, t.d. 40 km.

Leygardagin verður eisini koyrt fleiri ferðir ein ávísan tein, men hesin teinur er nógv longri enn Criterium teinurin.