Súkklarnir farnir av Vaglinum

Klokkan eitt fóru súkklarnir av parkeringsplássinum á Vaglinum, við kós ímóti Runavík, umvegis Selatrað. Veðrið er avbera gott og súkklarnir vóru í góðum lag, tá fari var av Vaglinum.

 

Stutt undan fráferðini fingu súkklarnir boð um hvørjum ávísingum teir skuldu fylgja, so teir ikki fara skeiva leið. Tað er soleiðis, at ikki allir bólkarnir skulu súkkla umvegis Selatrað og tað mátti forklárast einar tvær ferðir fyri onkrum av teimum útlendsku luttakarinum.

 

Eisini tosaðu súkklarnir um hvat fyri klæðir teir skulu fara í. Onkur var nærmast bara í eini t-shirt, meðan aðrir vóru væl betri bjálvaðir. Onkur helt fyri, at tað var so heitt í veðrinum, meðan onkur annað væntaði meira kulda á leiðini til Runavík.

 

Einir tveir súkklarar fingu eisini justera tað seinasta á súkkluni, áðrenn fari verður av Vaglinum, har familjur og áskoðarar vinka og klappa, meðan súkklað verður oman móti Kongabrúnni.