Ein danskur súkklari var óheppin á teininum á Streymoynni í gjár, tá nøkur neyt fóru tvørturum vegin, júst tá hann kom við fullari ferð ígjøgnum Saksunardal.
Talan var um unglingasúkklaran Nikolaj Jacobsen, sum heldur enn at stoyta saman við neytunum valdi at koyra útav.
Sólbrillurnar góvu honum eina fliku í kjálkan, og hann fekk nakrar pentur. Eisini skurslaði hann seg illa.
Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið beinanvegin, og hann hevur ikki fingið nakað verandi mein av fallinum.










