Fimm súkklarar skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum hesuferð. Umframt teir báðar veteranarnar Gunnar Dahl-Olsen og Boga Kristiansen eru Christian Guttesen, Eli Christiansen og Esmar Joensen eisini við á liðnum. Venjari er Gunnar Dahl-Olsen, og hjálparvenjari er Geir Gilsteinsson.
Landsliðið hevur verið á tveimum venjingarlegum bæði í Danmark og í Íslandi, sum hevur verið liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar.
Enn hevur eingin føroyskur súkklari vunnið gullmerki, men nøkur heiðursmerki eru komin í hús seinastu tíggju árini.
1995 var tað stóra árið fyri tað føroyska landsliðið, tá vit fingu trý heiðursmerki. Gunnar Dahl-Olsen fekk silvur í landavegskoyring, Bogi Kristiansen fekk bronsu í býarkoyring og liðið fekk bronsu í einkultstartim (Gunnar Dahl-Olsen, Bogi Kristiansen, Rógvi Johansen og Jóhann Brend vóru við á liðnum).
Í 1999 fekk Rógvi Johansen silvur í landavegskoyring, í 2001 fekk Bogi Kristiansen bronsu í býarkoyring og í 2003 fekk Gunnar Dahl-Olsen bronsu í landavegskoyring.
Súkklararnir vóna óivað at fáa okkurt heiðursmerki heim við sær aftur, og spennandi verður at síggja, um teir kunnu blanda seg við teir bestu.
Sunnudagin er einkultstartur á skránni, og hendan greinin telur bæði sum einstaklinga- og liðkapping.
Mikudagin er 100 kilometur landavegskoyring á skránni, og tann kappingin telur eisini sum eintaklinga- og liðkapping.
Fríggjadagin er so býarkoyringin á skránni, og hon telur bert sum einstaklingakapping.