Nú nærkast dagurin til úttøkukappingina hjá føroysku súkklarunum til Oyggjaleikirnar, sum vera á svensku oynni Gotlandi um mánaðarskiftið juni-juli. Allar tilmeldingarnar skulu vera inni í apríl mánaði, og áðrenn tað, allarhelst síðst í mars, skulu føroysku súkklararnir kappast um, hvør skal umboða føroysku litirnar saman við Boga Kristiansen og Rógva Johansen, sum longu eru sjálvskrivaðir til leikirnar í summar.
Føroyingar hava sum heild staðið seg væl í súkklukappingunum á Oyggjaleikunum, har kappingin hevur verið hørð, tí onkrir av súkklarunum hjá hinum oyggjunum hava verið á sera høgum professionellum støði. Enn hevur tað ikki eydnast Føroyum at vunnið nakað gull á Oyggjaleikunum, men við teimum úrslitum, sum Bogi og Rógvi í seinastuni hava fingið í Danmark og aðrastaðni, eru vónirnar í ár betri, enn tær nakrantíð hava verið fyrr.
Jens Glerup, formaður í súkklufelagnum, sigur, at teir ætla at hava í øllum førum fimm og allarhelst seks súkklarar við á leikunum í ár. Á Jersey fyri tveimum árum síðani vóru fýra føroyskir súkklarar við. Men tað besta úrslitið fingu føroysku súkklararnir á leikunum á Gibraltar í 1995, tá Gunnar Dahl-Olsen fekk silvur á 100 km teininum, og Bogi Kristiansen fekk bronsu í býarkoyringini. Harafturat fingu Føroyar eisini bronsu í liðkappingini á Gibraltar fyri fýra árum síðani.
Tað er sera torført at spáa, tá tað kemur til súkkling, ikki minst tí tað er ein so taktiskur ítróttur, men tað er neyvan nakað yvir at dylja, at føroysku súkklararnir í ár seta nøsina upp eftir at hava okkurt gullið heim við aftur av Gotlandi. Ein tann besti møguleikin man vera í einkultstartinum, har Rógvi Johansen hevur verið sera væl koyrandi í ár og hevur fingið fleiri góð úrslit uttanlands eisini. Bogi Kristiansen er sterkastur á 100 km teininum og í býarkoyringini, har hann var væl við á Jersey, har leikirnir endaðu í fagrasta veðri við júst býarkoyringini, sum jú er tann súkklukappingin, sum er »vandamiklast« og tí verður koyrd aftan á at hinar kappingarnar eru fingnar frá hondini. Í løtuni er tað heldur ikki vist, um Bogi Kristiansen yvirhøvur fer at vera við í einkultstartinum, sum er tann fyrsta súkklukappingin á leikunum, men heldur fer at spara kreftirnar til hinar kappingarnar.
Jens Glerup sigur, at bæði á Jersey og á Gibraltar fóru súkklararnir avstað eitt sindur áðrenn hini ítróttarfólkini, og Jens heldur, at serliga á Gibraltar, har súkklararnir vóru í eina viku áðrenn leikirnir byrjaðu, var tað skilagott at fara áðrenn, og at tað eisini hevði sína ávirkan á, at úrslitini blivu so góð.
? Vit ætla okkum ikki avstað so tíðliga í ár. Dagarnir, leikirnir eru, hóska eitt sindur betur fyri okkum hesaferð, og so hevur tað jú eisini eitt sindur við pengar at gera, so í ár fara vit avstað, tá hini ítróttarfólkini fara, sigur Jens Glerup.
Alsamt fleiri avbjóðingar
til súkklararnar
Oyggjaleikirnir hava altíð verið størsta avbjóðing hjá føroyskum súkklarum, men aðrar avbjóðingar eru eisini, og tær tykjast gerast fleiri fyri hvørt ár, sum fer. Statoil Kring Føroyar kappingin er komin fyri at verða, og í ár verður henda kappingin størri enn nakrantíð og fær eisini útlendskt íkast.
Jens Glerup er sum vera man eins spentur og onnur súkkluáhugað til hesa kappingini, og hann sigur, at hóast tað ikki koma heilt so nógvir danskir súkklarar, sum tað av fyrstan tíð ljóðað, so eru framvegis fleiri, sum hava boðað frá, at teir koma. Og her nevnir Jens serliga ein, sum eitur Keld Petersen frá Gladsaxe Cykelclub, og sum er liðfelagi hjá Boga Kristiansen, sum er eitt upplagt vinnaraevni.
Vænta tit, at kappingin í ár fer at økja um áhugan fyri kappsúkkling í Føroyum?
? Tað gera vit heilt avgjørt. Vit hava ofta hugsað um, hvussu vit skulu økja um áhugan, og eisini hjá tykkum sum skriva, verður tað meira áhugavert, tá tað ikki er avgjørt frammanundan, at tað verður Bogi, Rógvi ella Gunnar, sum vinnur hvørjaferð. Og við tað at fjølmiðlarnir fáa størri áhuga og gera meira burturúr, rokna vit við, at áhugin fer at vaksa millum fólk, sigur Jens Glerup, sum vísir á, at tað gongur framá, men ikki serliga skjótt. Tilgongdin til súkkluítróttin er har, men hon er framvegis lítil.
? Tí er tað eisini eitt gott høvi hjá okkum, tá súkklarar koma uttanífrá, at skapa størri áhuga. Kappingin sær út av meira og er eisini nógv meira, tá tað verða so nógv fleiri luttakarar enn tað hevur verið, sigur hann.
? Tað er jú í minna lagi, tá tað bert eru 15-20 mans, sum koyra. Tá t.d. danmarksmeistarakappingin er, eru umleið 100 súkklarar við, og í kappingini Danmark Runt eru eisini upp ímóti 100 luttakarar, so tað er heilt greitt, at Statoil Kring Føroyar er kappingin, vit fyrst og fremst satsa uppá, sigur Jens Glerup at enda.