Súkklarar fyrireika seg til Bermuda

Í morgin, leygardagin 4. mai, verður kappast í súkkling, og greinin hesu ferð er landavegsúkkling.

 

Kappingin í morgin er liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar á Bermuda seinni í summar.

 

Teinurin leygardagin er ein teinur uttan tær nógvu brekkurnar og fjøllini. Leiðin gongur úr Havn, gjøgnum Kaldbakstunnilin, og so norður til Saksun. Har verður vent, og síðan gongur leiðin sama veg aftur til Havnar.

 

Málið er við Plantusøluna við Hvítanesvegin, men áðrenn alt er liðugt skulu súkklararnir koyra yvir á Skansan, venda um rundkoyringina har, og síðan á mál við Plantusøluna.

 

Teinurin er umleið 100 km langur, men unglingar, kvinnur og motiónistar koyra ein styttri tein.

 

Hesi koyra góðar 50 km, og skulu venda á víkiplássinum við Kjalnes. Leiðin gongur aftur til Havnar (gjøgnum bergholið), og eisini hesi skulu yvir til rundkoyringina við Skansan at venda áðrenn vinnarin verður funnin.

 

Kappingin byrjar kl. 15, og allir luttakarar skulu møta kl. 14.30 við Plantusøluna við Hvítanesvegin. Eftirsum koyrt verður gjøgnum tunnilin er tað eitt krav, at allir luttakarar hava lykt aftan og framman.

 

Um tvær vikur skal føroyska súkklulandsliðið royna seg í trimum kappingum í Jútlandi. Koyrt verður í Silkeborg, Herning og Hammel, og føroysku súkklararnir skulu koyra góðar 100 km hvønn dagin.