Súkklar ímóti teimum bestu í Danmark

Vit kenna hann best sitandi á eini súkklu. Øll ungdómsárini heima í Føroyum vísti hann sína styrki við at skúgva fleiri av garvaðu súkklarum okkara til viks. Hann er nú vorðin 23 ára gamal og súkklar í donskum felagi. Hann ger tað framúr væl. Hann hevur í ár súkklað sjey kappingar, har av hann hevur vunnið tvær, fingið tvey 3. pláss og eitt 4. pláss. Við góðu úrslitunum hevur hann nú tryggjað sær uppflyting í sokallaða A-bólkin, har nakrir av teimum frægastu súkklararnir í ríkinum eru.

Pætur Albinus

Tað eru skjótt liðin trý ár síðani Torkil Veyhe flutti til Danmarkar í lestrarørindum. Hegnið at súkkla kastaði góð úrslit av sær bæði her heima og í oyggjaleikahøpi, so tað var gaman í, at hann fann sær eitt felag í Danmark, har súkklurisar sum Bjarne Riis, Bo Hamburger, Rolf Sørensen og Michael Rasmussen hava fingið sína uppaling.
Áðrenn vit flyta okkum nærri inn á hvussu tað gongur hjá Torkili í løtuni, so spyrja vit henda fryntliga unga mannin hvussu yrkisleiðin sum súkklari byrjaði.
- Tað var ein vinmaður mín, sum vandi súkkling. Sjálvur hevði eg ikki serliga stóran áhuga fyri súkklingini, men eg vildi fegin gera tað sama sum hann, so eg fór so við til nakrar venjingar sum 10 ára gamal. Eg bleiv tó skjótt bitin av kappingarandanum, og í mun til liðítrótt var tað persónliga avrikið, sum taldi. Gekk tað ikki væl, ja, so kundi eg ikki takka øðrum enn mær sjálvum, sigur Torkil, sum eisini dámar væl avbjóðingina við at altíð royna at gera tað betri í dag, enn hann gjørdi í gjár.
Fýra ár eftir at alt byrjaði – tá ið hann var 14 ára gamal – byrjaðu teir vaksnu eisini at fáa Torkil sum fylgisvein á harðliga barda bassaltinum.
- Tað størra gjøgnumbrotið var tá ið eg var 16 ár. Tá vann eg mína fyrstu kapping hjá teimum vaksnu, sum var FM í einkultstarti, og byrjaði eg tá av álvara at gera um meg í føroysku kappingini. Tá eg var 17 ára gamal var eg við á oyggjaleikunum á Rhodos, har eg koyrdi meg til eitt 8. pláss, greiðir Torkil frá.

Tók tað meiri í álvara
Tað var tá ið Torkil var 14 ára gamal, at hann byrjaði at taka súkklingina í størri álvara.
- Tá vóru ikki serliga nógvir tímar, men nóg mikið til at fáa ein hampiligan form. Tey næstu árini vaks mongdin av venjing støðugt og tá ið eg var 17 ára gamal byrjaði eg at venja meiri skipað og fekk fatur á einum donskum venjara, sigur Torkil, sum tá vandi fimm ella seks ferðir um vikuna.
Síðani Torkil kom inn í myndina á landsliðnum hava oyggjaleikir verið hildnir tríggjar ferðir, men bara tvær ferðir hevur súkkling verið við. Á leikunum í Álandi í 2009 var súkkling nevniliga ikki við. Men hann var við á Rhodos í 2007 og á Isle of Wight í 2011.
- Á Rhodos í 2007 gekk avbera væl. Tað var fyrstu ferð eg var við og hevði tí ikki tær stóru vónirnar, men eg má viðganga, at eg tók meg sjálvan á bóli. Eg kom heim við einari silvurmedalju fyri lið á landavegsteininum og fekk eitt persónligt 8. pláss á einkultstartinum. Í 2011 vildi eg tí gera tað enn betri, men ágrýtnið at fáa betri úrslit gav afturslag og eg endaði við at raka ein form av yvirvenjing og fekk tí so at siga einki burturúr teimum leikunum annað enn eina ábending um, hvat kroppurin hjá mær klárar, sigur Torkil.
Hann ætlar sær heilt greitt við á oyggjaleikirnar á Bermuda í summar, og sum liður í fyrireikingunum súkklar hann nú kappingar í Danmark hvørt vikuskifti.
- Málið er heilt greitt at fáa eina medalju á oyggjaleikunum og eisini at fáa eitt gott úrslit í liðkappingini, soleiðis at vit vónandi kunnu fáa eina madalju fyri lið, eins og vit fingu tað á Rhodos. Vit hava eitt gott lið við í ár. Tvær royndar kreftir í Gunnari (Dahl-Olsen) og Boga (Kristiansen) og ein sera vælkoyrandi og ungan Jóanis Albert (Nielsen), vísir Torkil á.

Ávegis danskar tindar
Tað var í 2010, at Torkil flutti til Danmarkar í lestrarørindum. Hann súkklar við súkklufelagnum í Odder, sum er ein lítil býur tætt við Århus, har hann býr. Felagið hevur súkklarar í øllum aldursbólkum og eisini nakrar súkklarar í fremstu røð, men í mun til continental-lið, sum tað verður rópt, hevur felagið ikki fíggjarliga orku at gera sáttmálar við súkklararnar.
Sjálvur súkklaði Torkil upprunaliga í B-bólkinum, men ein røð av sera góðum úrslitum hava ført við sær, at hann nú brádliga er fluttur upp í A-bólkin.
- Tað hevur gingist ógvuliga væl í Danmark higartil. Kappingin hevur verið í gongd í fýra vikur og vit hava koyrt sjey kappingar. Eg havi vunnið tvær av kappingunum og hini úrslitini hava ávikavist verið tvey triðjapláss og eitt fjórðapláss. Tískil loyvi eg mær at hava góða vónir til oyggjaleikirnar í summar, sigur Torkil.
Fyri at flyta upp í A-bólkin skal ein savna sær 32 stig í røðini av kappingum, og tað hevur Torkil gjørt – í øllum førum næstan.
- Leygardagin súkklaðu vit í Sønderborg. Áðrenn byrjan søkti eg um at byrja í A-bólkinum hóast eg "bara" hevði 30 stig, men í veruleikanum skuldi hava 32 stig. Tað fekk eg so loyvi til, sigur Torkil.

Venur dúgliga
Í minsta lagi fimm dagar um vikuna er Torkil á súkkluni annaðhvørt til venjing ella til kapping. Hann býr í Århus, men hann er ein av mongum í felagnum, sum leggja leiðina til Odder at venja.
- Vit eru fimm javnt góðir súkklarar, sum møtast 2-4 ferðir um vikuna fyri at venja harða venjing, sigur Torkil og leggur afturat, at tað er ymiskt, hvussu hart allir venja.
Meginpartin av yrkisleiðini sum súkklari hevur Torkil súkklað á drúgvu mótbrekkunum í Føroyum og ein hugsar kanska, at hann burdi verið ein fjallaklintrari, sum tað verður rópt í súkkling um teir, sum gera seg galdandi í fjøllunum.
- Tað fyrsta árið var ein tilvenjing, men kropsliga verðið eg roknaður sum ein tungur súkklari og eri eg tí nógv betur egnaður at koyra á fløtum - júst sum í Danmark. Venjingin í Føroyum hevur gjørt meg til ein sera sterkan súkklara og hevur givið mær styrki tá ið tað umræður langar og harðar teinar, sigur Torkil.
Vit spyrja hann, um hann ikki hevur nakrar veikleikar – um tað er nakað, sum hann kundi hugsað sær at betrað seg í.
- Mín endaspurtur er einki at rópa hurra fyri og eg missi ofta nógv pláss tá ið eg komi á mál í einum samlaðum bólki. Hevði eg megnað at styrkt tann partin hevði eg somuleiðis blivið ein nógv betri allround-súkklari, metir Torkil.

Góð úrslit í kappingum
Sum áður nevnt hevur Torkil vunnið tvær av fimm kappingum í B-bólkinum og um vikuskiftið hevur hann súkklað tveir teinar við A-bólkinum. Hann greiðir soleiðis frá fyrstu kappingini, sum var leygardagin:
- Vit skuldu súkkla seks stór og trý lítil umfør upp á íalt 160 km. Tað var fitt av vindi og tað gjørdi tað eyka trupult. Tað vóru 55 við frá byrjan, og frá byrjan av vóru vit eini 20, sum komu leysir frá restini. Tá vit vóru komnir umleið í helvt, komu vit 10 mans avstað frá útbrotinum, men blivu tíverri fangaðir aftur, so vit aftur vóru 20. Á seinasta stóra umganginum royndu fleiri at ríva seg leysar og tað var um at eyndast hjá mær at koma avsatað. Magin byrjaði tíverri at ganga undan, og tá vit fóru út á tey lítlu umførini var útselt og eg bleiv settur frá útbrotinum. Tað vóru fleiri aðrir tó eisini, so tað endaði við at eg kom inn á einum 12. plássi, sigur Torkil.
Sunnudagin varð súkklað í Rødekro. Teinurin var 144km og 65 súkklarar vóru við. Hóast Torkil fleiri ferðir royndi at koma frá feltinum, so eydnaðist hetta ikki, og hann kom á mál saman við restini av feltinum og fekk eitt 34. pláss.

Ætlar sær sáttmála
Torkil hevur nú bart seg upp í A-bólkin, har flestu súkklararnir eru á einum continental-liði, ið er eitt lið, har súkklararnir hava sáttmála. Tað er henda vegin, ið Torkil ætlar sær.
- Eg vil siga, at eg havi ein realistiskan møguleika at koyra á einum continental-liði í framtíðini, men so skal eg eisini bliva eitt vet betri enn eg eri nú. Tað hevði uttan iva verið eitt feitt upplivilsi at verið á einum tílíkum liði, men beint nú er tað ikki eitt beinleiðis mál. Eg vil heldur koyra mínar egnu møguleikar, sigur Torkil, og vísir á, at á einum somikið góðum liði er tað ikki altíð, at ein hevur møguleika til tað, tí at har er vandi fyri at tú skalt súkkla sum hjálpari hjá teimum heilt góðu.

albinus@sosialurin.fo

-----------

ANNAÐ:

SITAT: - Eg bleiv skjótt bitin av kappingarandanum, og í mun til liðítrótt var tað persónliga avrikið, sum taldi. Gekk tað ikki væl, ja, so kundi eg ikki takka øðrum enn mær sjálvum.

FAKTABOKS:
Navn: Torkil Veyhe
Føddur: 9. januar 1990
Heimbýur: Tórshavn
Bústaður: Århus
Felag: Odder CK

BOKS:
Ein vanlig vika á súkkluni hjá Torkili:
Týsdag: 2-2½ tíma, 50-70 km
Hósdag: 2-2½ tíma, 50-70 km
Fríggjadag: 1 tíma, 30 km
Leygardag: Kapping, 3-3½ tíma 115-135 km
Sunnudag: Kapping, 3-3½ tíma 115-135 km