Súkklan verður gjørd úr nylonpulvuri

Felagsskapurin E European Aeronautic Defence and Space Company (EADS) hevur framleitt eina súkklu úr nylon.

Og hetta hevur fingið fleiri at spíla eyguni upp. Tað verður roknað við, at roydin hjá EADS gevur mót um, at førur í framtíðin kunnu framleiðast úr nylonpluvuri. Fyrimunurin víð tí er, at tað er sera lætt tilfar, sum krevur lítið viðlíkahald, men tilfarið er sterk sum stál og aluminium. Sagt verður, at nylonpulvuri kann fara at kollvelta framtíðar framleiðslu av brúkslutum.