Tað gjørdist danski A-súkklarin, Troels Toftager Nielsen, ið vann átta kilometra langa prologin í Klaksvík við tíðini 10 minuttir og 22 sekund, og harvið vísti sína styrki í kappingini.
Men hann var bara átta sekund framman fyri nummar tey, sum var fremsti føroyingurin, Torkil Veyhe, ið aftur bara var tvey sekund framman fyri Hafsteinn Ægir Geirsson úr Íslandi, sum hevur vunnið kappingina síðstu árini.
Fyri fyrstu ferð er Statoil Kring Føroyar skipað sum liðkapping, og har er spenningurin eisini stórur, tí bara fýra sekund eru millum íslendska liðið HFR Team og føroyska Team GTG, við ávikavist Hafsteinn og Torkili. Troels súkklar sum einstaklingur og er ikki við í liðkappingini.
Eysturoyggin í morgin
Hjá kvinnunum vann Súsanna Skylv Sørensen við tíðini 12 minuttir og 25, og góðar tveir minuttir aftan fyri hana kom Marin Ennistein Heinesen á mál. Í ungdómskappingini kom Jóanis Albert Nielsen á mál við tíðini 15 minuttir og 36 sekund.
Í kappingini hjá veteranunum, teimum oman fyri 45 ára aldur, var íslendingurin Gunnlaugur Jonasson, fremstur við tíðini 10 minuttir og 44 sekund, og síðani komu føroyingarnir, Andrass Joensen og Evald Rasmussen, ávikavist ein og góðar tveir minuttir aftanfyri.
Í morgin verður 115 kilometra langi Eysturoyarteinurin súkklaður. Byrjað verður í Tórshavn klokkan 14, og síðani verður súkklað til Selatraðar og at enda til Runavíkar, har vent verður í rundkoyringini, áðrenn komið verður á mál á Statoilstøðini í Saltangará.










