Súkkling
Vaksin og unglingar skuldu leygardagin út á ein rættiligan ?marathon-túr?. Hetta tí, at føroysku súkklararnir nú leggja seinastu hondina á fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar, sum byrja síðst í hesum mánaðinum. Tí bleiv koyrt 100 km.
Byrjað varð við Statoilstøðina í Gundadali, og málið, varð við Statoilstøðina í Saltangará.
Leiðin gekk gjøgnum Kaldbakstunnilin, uppum Eiðisskarð, og so beina leið til Runavík. Men enn var ikki liðugt. Nú skuldi teinurin runt Agnið koyrast eisini, og so gekk leiðin á mál við Statoilstøðina.
Súkklararnir løgdu til brots klokkan níggju og longu á middegi vóru teir fremstu á mál. Tað var undan gjøgnum Sundalagið, og tí gekk ikki long tíð áðrenn menn vóru á veg, drúgva túrin niðan móti Eiðisskarð. Tað er ein tungur teinur, og tá eydnaðist tað Gunnar at sleppa frá hinum súkklarunum. Gunnar fekk eitt ?hol? aftur til hinar, og hetta megnaði hann at halda líka á mál, hóast mótvind gjøgnum allan Skálafjørðin.
Eftir at tey vaksnu høvdu súkklað, skuldu børn kappast. Kappingin fór fram á keiøkinum í Runavík. Sera spennandi var at fylgja við. Kappast bleiv í trimum bólkum, bólkur I, II og III.
Bólkur I eru gentur/dreingir frá 6 til 8 ár. Bólkur II 9 til 11 ár og bólkur III 12 til 14 ár.
Úrslit:
Bólkur I:
Nr.NavnFelag/staður
1Jógvan MellemgaardTSF
Bólkur II:
Nr.NavnFelag/staður
1Finnur MellemgaardTSF
2Niels ChristiansenTSF
3Atli CarlssonTSF
4Helgi LamhaugeRunavík
Bólkur III:
Nr.NavnFelag/staður
1 Torkil WeyheTSF
2Rúni BláfossTSF
3Sigmund OlssonTSF
4Rani G. JacobsenTSF
5 Poul Andrias ZiskaTSF
Unglingar:
Nr.NavnTíð
1Hans Krosstein3.33,50
2Bergur Johansen3.33,55
Menn:
Nr.NavnTíð
1Gunnar Dahl-Olsen3.01,21
2Sverri M. Edvinsson3.06,05
3Eli Christiansen3.09,22