Súkkla úr Sveits á G!

Tríggir sveitsarar eru á veg á súkklu úr Alpulandinum til Føroya, har teir ætla sær at fara til G!-festivalin Nógvir eru hættirnir at ferðast upp á, og mong dáma væl at ferðast úti í fríu náttúruni.

 

Í hesum døgum eru tríggir sveitsarar á veg til Føroya á súkklu. Teir byrjaðu túrin 3. juli úr býnum Treiten í Sveits og eru nú komnir upp móti danska markinum.

 

Teir vænta at koma til Danmark í morgin og skulu so við Norrönu til Føroya 21. juli. Tá hava teir súkklað umleið 1900 kilometrar.

 

Teir ætla sær at liggja nátt í Havn, men fara so dagin eftir til Gøtir, har teir ætla sær at verða við á G!-festivalinum.

Tveir teirra hava verið í Føroyum áður. Thomas er giftur við Jónu Joensen úr Syðrugøtu, dóttir Súsannu og Jógvan Salomon Joensen. Thomas hevur verið fleiri ferðir í Føroyum áður. Ida kemur á triðja sinni til Føroya, meðan Res ikki hevur verið í Føroyum áður.

 

Túrurin hevur gingið úr Sveits fram við Rhínánni til Hollands, síðani móti Bremen, Hamburg, Esbjerg og Hanstholm. Sum skilst hevur túrurin gingið væl. Teir hava sovið í tjaldi og hava hugnað sær óført, tó at tað hevur regnað meiri enn ynskiligt er.

 

Teir tríggir verða í Føroyum fram til 4. august.