Súkkla á ólavsøku

Fríggjakvøldið skipar TSF fyri súkklukapping á Hálsi í Havn, har kappast verður í átta ymsum bólkum. Gentur og dreingir kappast í trimum ymsum aldursbólkum hvør, og hartil verður eisini kapping fyri unglingar og vaksin. Øll tey, ið ætla at vera við í súkklukappingini møtast á Heykavegi, har, ið byrjað og endað verður. Kappast verður í býarkoying. Teinurin er: Heykavegur - Staravegur - Falkavegur - Tjaldursvegur - Heykavegur.Vaksin og unglingar súkkla kl 18.30 og 50 minuttir fram + ein umgang. Barnakappingarnar byrja kl 19.30. Tað er krav, at súkklararnir nýta hjálm fyri at luttaka í kappingini. Tilmelding til kappingina er á staðnum ein tíma, áðrenn kappingin byrjar.