Ársins útgáva av stóru súkklukappingini Statoil Kring Føroyar verður í døgunum 18. til 22. juli 2007. Kappingin verður hildin í 5 dagar, har ein kapping er um dagin. Málið hvønn dagin liggur við eina av Statoil støðunum runt landið. Kappast verður í Klaksvík, í Eysturoynni, á Sandoynni, í Suðuroy og á Streymoynni. Samanlagt verða súkklaðir 332 km. Høvuðskappingin er kappingin um bláu troyggjuna, hana vinnur tann sum er skjótastur á øllum teinunum tilsamans.
Kappingin um fjallatroyggjuna vinnur tann, sum er skjótastur niðan um ymsar útvaldar brekkur, sum liggja á leiðini har kappingin er.