Súkkla kring Føroyar

Nú verður aftur skipað fyri stóru føroysku súkklukappingini, Volvo Kring Føroyar

Nú verður stóra føroyska súkklukappingin, Volvo Kring Føroyar, aftur fyriskipað. Í ár verða tríggir teinar súkklaðir. Teir vera hósdagin, fríggjadagin og leygardagin.


Opin bólkur, har onkrir útlendingar verða við, súkklar tilsamans góðar 350 kilometrar, meðan unglingar, kvinnur og motionistar súkkla góðar 200 kilometrar.


Torkil Veyhe, sum hevur vunnið kappingina fimm ferðir, verður við aftur í ár. Afturat honum luttekur veteranurin Gunnar Dahl-Olsen og møguliga eisini Dávur Magnussen og Guðmundur Joensen.


Teinarnir eru lagdir tilrættis, men fyriskipararnir siga, at teir ikki verða kunngjørdir fyrr enn løgreglan hevur givið grønt ljós.


Allir tríggir teinarnir eru á landavegi, og tann fyrsti byrjar hósdagin kl.18.