Súkkla í Hvalvík

Leygardagin verður skipað fyri súkklukapping á Sundalagsstevnuni. Súkklað verður í fimm ymsum bólkum, har bæði børn og vaksin skulu kappast. Tey vaksnu súkkla einkultstart á 40 km, og er hetta longsti teinurin. Unglingar súkkla 20 km, og yngru børnini súkkla ávikavist tveir, fýra og seks kilometrar. Tilmelding fer ram ein tíma undan kappingini. Unglingar og vaksin byrja klokkan 10, og yngru bólkarnir byrja klokkan 13.