Í ár verður teinurin úr Tórshavn til Langasand og aftur.
Hetta er sami teinur sum í fjør. Ein sera spennandi teinur, eftirsum hetta kanska er flatasti teinur ein kann koyra í Føroyum.
Tórshavnar Súkklufelag hevur valt sær henda tein soleiðis, at avgerðin ikki fellur ov tíðliga í kappingini. Tí verður eitt nú koyrt upp um Eiðisskarð, ja so verður feltið skjótt pettað sundur, og kappingin verður helst avgjørt alt ov tíðliga. Súkklarar koma ofta at koyra ein og ein, og tað er hetta felagið ynsir við einari rutu sum hesari.
Startur og mál er við Plantusøluna við Hvítanesvegin. Leiðin gongur fyrst runt í Havnini. Síðan verður súkklað gjøgnum Kaldbakstunnilin, og norður gjøgnum Sundalagið.
Vent verður við Langasand, og nú gongur leiðin aftur til Havnar. Aftur hesaferð verður súkklað gjøgnum Kaldbakstunnilin.
Komnir til Havnar gongur leiðin framvið Plantusøluni og út til Rundkoyringina við Skansan. Leiðin gongur nú niðan til rundkoyringina við Hvítanesvegin og so oman á mál við Plantusøluna.
Kappingarleiðari verður Geyr Gilssteinsson. Tilber at melda til á staðnum og súkklarar verða biðnir at møta klokkan 13 á parkeringsøkinum við Plantusøluna.