Ætlanin um at søkkja gomlu Ærøferjuna - Ærøsund - er nú komin eitt stórt stig nærri. Tað er tvørkommunali áhugafelagsskapurin, Naturturisme I/S, sum ætlar, at ferjan skal liggja við havbotnin sum eitt tilgjørt riv, har eitt nú kavarar kunnu brúka sína frítíð.
Ein slík ætlan hevur eisini verið uppi og vent í Føroyum av og á, og eitt nú hevur kavarin, Ingi Sørensen, onkuntíð borið hugskotið fram alment.
Orsøkin til, at ætlanin at søkkja Ærøsund er komin eitt stórt stig nærri, er, at meiri peningur nú er játtaður til endamálið - ella tilsamans 1,7 miljónir krónur.
Enn eru ymisk viðurskifti, sum skulu avgreiðast, áðrenn søkkingarplanurin kann fremjast í verki. Serfrøðingar skulu hyggja eftir ferjuni fyri at staðfesta, um vandamikil evni eru í ella á ferjuni.
Tá hetta er gjørt, skal umsókn latast Kystdirektoratinum um loyvi til at søkkja skipið, eins og umhvørvismyndugleikarnir skulu geva grønt ljós fyri hesi verkætlan.