Ein arbeiðsbólkur fyrireikar í løtuni at seta á stovn ein eftirskúla í Føroyum, og sambært einum svari uppá fyrispurning frá Álvur Kirke, fær landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum í næstum eina umsókn um at loyva einum eftirskúla í Føroyum.
Lóg um eftirskúlar varð samtykt í Løgtinginum í mai í ár, og hon kom í gildi 1. august í ár. Landsstýrismaðurin skal góðkenna ein eftirskúla, áðrenn farast kann undir undirvísingina. Viðvíkjandi frískúlum, hevur landsstýrismaðurin fingið eitt álit og eitt uppskot um lóg um frískúlan, men enn er málið ikki liðugt viðgjørt.
Torbjørn Jacobsen sigur í svarinum til Álv Kirkse, at regvluverkið er fyrireikað, men tann politiska viðgerðin í samgonguni er ikki liðug.
- So skjótt, hon er liðug, verður støða tikin til, um uppskot um løgtingslóg um frískúlar verður løgd fyri Føroya Løgting, sigur Torbjørn Jacobsen.









