Amerikanska fyritøka Johnson & Johnson hevur í dag søkt EMA, sum er heilivágsstovnurin hjá ES, um góðkenning til koppingarevni ímóti covid-19.
Harvið kann koppingarevnið hjá Johnson & Johnson verða fjórða góðkenda koppingarevnið Í Europa ímóti covid-19.
Roknað verður við, at viðgerðin av umsóknini frá Johnson & Johnson fer at taka umleið ein mánað, og at avgerðin um koppingarevnið kann takast miðskeiðis í mars.
Trý koppingarevni eru í løtuni góðkend í Europa – og harvið eisini Føroyum. Tey eru frá Pfizer/BioNTech, Moderna og AstraZeneca.
Johnson & Johnson er tað koppingarevnið, sum Danmark hevur umbiðið størstu nøgdina av. Føroyar fáa koppingarevni úr Danmark.











