Í blaðnum í dag søkir Almanna- og Heilsumálastýrið eftir stjóra. Sagt verður, at í samband við bygnaðarbroytingar í Almanna- og heilsumálastýrinum og Almannastovuni, har teir fyrisitingarligu, fíggjarligu og starvsfólkaligu partarnir, sum fyrr lógu í fyrisitingardeildini á Almannastovuni, eru fluttir í deildir undir Almanna- og heilsumálastýrinum, og har Serstovnadeildin og Heimarøktin eisini verða skild frá Almannastovuni, verður eitt broytt starv sum stjóri fyri Almannastovuni lýst leyst at seta 1. desember 1998 ella eftir nærri avtalu.
Starvið er skipað undir Almanna- og heilsumálastýrinum við tilvísing til aðalstjóran.










