Maðurin handan ?Baywatch?-sjónvarpsrøðini er farin undir at leita eftir einari nýggjari Pamelu Anderson. Hepna gentan skal spæla høvuðsleiklutin í einari nýggjari útgávu av lívbjargingarrøðini og hon skal vera úr New Zealandi, tí røðin skal takast upp har.
Framleiðarin Walter Brown sigur frá, at øll elementini eru til at gera eitt nýtt stórt sjónvarpshitt.
- Tá ið ?Baywatch? í sínari tíð byrjaði, hevði røðin øll tey elementini, sum skuldu til tá fyri at gera eina røð til eina succes. Hetta stremba allir framleiðarar eftir og eg eri vísur í, at New Zealand hevur tað serliga, ið skal til fyri at hjálpa okkum at endurskapa eina tílíka succes, sigur hann.
Enn hava framleiðararnir ikki funnið nakað heiti til nýggju verkætlan teirra.










