Søkja eftir tveimum prestum til Norðstreymoy

Tvinni embæti sum sóknarprestur í Norðstreymoy eru lýst leys at søkja. Eitt í Hvalvík og eitt í Vestmanna, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni

Søkt verður eftir presti til Norðstreymoyar eystara prestagjald. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar hevur verið prestur har, men hann fer frá 1. august at virka sum sóknarprestur fulla tíð í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, sum eru sóknirnar Hoyvík og Kaldbak.

Norðstreymoyar eystara prestagjaldi fevnir um kirkjusóknirnar Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun og Hósvík. Prestagarðurin er í Hvalvík.

 Søkt verður eisini eftir presti til Norðstreymoyar vestara prestagjald við bústaði í Vestmanna. Marjun í Kálvalíð er prestur í Vestmanna í løtuni, men frá 1. september skal hon virka fulla tíð sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi. Norðstreymoyar vestara prestagjald fevnir um Vestmanna, Kvívík og Kollafjørð.

Talan er í báðum førum um fulltíðarstørv, og sóknarpresturin er tænastumaður.

##med2##

Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, tað eru stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Umsóknarfreistin gongur út 17. juni. Bæði embætini eru tengd at prestagarði, har sóknarpresturin hevur skyldu at búgva.

Embætini verða eftir ætlan sett 1. september. Kirkjuráðini innstilla, og landsstýrismaðurin við kirkjumálum útnevnir sóknarprestarnar.