Søkja eftir stjóra í næstu viku

Í næstu viku fer Vodafone undir tilgongdin at seta ein nýggjan stjóra eftir, at Gudny Langgaard, legði frá sær fyrr í vikuni.


- Í næstu viku byrja vit at lýsa eftir nýggja stjóranum, ið skal standa á odda fyri Vodafone, sigur Rúnar Reistrup við in.fo.


Harvið er greitt, at felagið ikki hevur eitt upplagt boð í fyrstu atløgu, men Rúnar Reistrup avvísir ikki, at tað kann vera neyðugt, at hyggja longri enn eftir bara umsóknunum.


- Ætlanin er at lýsa starvið leyst. So verður spennandi at síggja hvørjar umsóknir koma inn, og síðani taka vit eina støðu út frá teimum. Tá man søkir skal man hava tann besta persónin, og vit fara út at leita eftir tí besta persóninum.