Søkja eftir næmingum til nýggja útbúgving í Suðuroy

Ætlanin er nú at skipa eina nýggja útbúgving í Skúladeplinum í Suðuroy

– Tað er eitt gott hugskot at stovna eina búskaparbreyt á skúladeplinum í Suðuroy.

 

Tað heldur Ole Laursen, leiðari á studentaskúlanum í Suðuroy.

 

Í løtuni ber til at taka FHS á skúladeplinum í Suðuroy, men nú hevur so eisini verið arbeitt við at stovna eina búskaparbreyt í skúladeplinum, so at næmingarnir, sum taka FHS, kunnu halda fram við útbúgvingini í Suðuroy.

 

Herfyri ljóðaði, at hetta var dottið niðurfyri, tí tað vóru ov fáir næmingar, men í Sosialinum í dag verður søkt eftir næmingum til hesa útbúgvingina.

 

Ole Lauersen heldur, at ein búskaparbreyt hevði verið ein vinningur fyri Suðuroyunna, og hann heldur eisini, at skal talan var um at geva teimum, sum høvdu havt áhuga, eina útbúgving yvirhøvur, er hetta møguleikin. Fleiri av næmingunum á eini slíkari útbúgving, eru tilkomin fólk við familju, sum neyvan fara av oynni at nema sær eina miðnámsútbúgving, heldur hann.

 

Hann ivast í, um fjarundirvísing á internetinum, tí tað gevur nógv meiri at vera í einum skúla við tí samanspæli tað gevur ímillum næmingarnar, samstundis sum at tað er ein stórur fyrimunur at hava ein lærara at tosa við alla tíðina.

 

Hann heldur eisini, at Suðuroy er í eini serstøðu, tí hon er fjarskotin og tí verður næmingatalið ikki so stórt, sum tað verður í miðstaðarøkinum, har upptøkugrundarlagið er nógv størri.