Leiðarin skal taka sær av málum innan skúla- og mentanarøkið, og harvið verða fyrisiting hjá mentanarnevndini í býráðnum. Mentanardeildin verður í fyrstu syftu mannað við bara einum fólki, og umsóknarfreistin til starvið er 6. mai.
Klaksvíkar kommuna hevur ikki havt mentanardeild burtur av, síðani tað varð noytt at gera stórar sparingar í býráðsumsitingini fyrst í nítiárunum.