Søkja eftir manning

Tað hevur ongantíð gingið so væl hjá danska handilsflotanum sum nú, men samstundis vísir tað seg, at reiðaríini hava ilt við at finna egnað fólk til at manna skipini, sigur TV2.

A.P. Møller, sum eigur ella rekur 820 skip av ymsum slagi, plagdi ikki at hava trupult við at manna síni skip, men í seinastuni hevur reiðaríið havt stórar lýsingar í fleiri sjóvinnubløðum, har tað hevur søkt eftir fólki. Jakob Tarnok Larsem, kunningarstjóri, sigur, at reiðaríið hevur fleiri nýbygningar í gerð, og at nú verður roynt at manna tey. Fleiri av teimum nýggju skipunum seta serlig krøv til manningina, og tað ger tað so mikið truplari at finna egnað fólk.

Peter Friis Jespersen, sum er formaður í Søfartens Ledelse, sigur við Ritzau, at tørvurin á yvirmonnum til handilsflotan er stórur.

Sambært Ritzau hava donsk reiðarí bílagt meiri enn 200 nýggj skip fyri einar 70 milliardir krónur. Tilsamans ferma tey umleið 12 milliónir tons, og tey verða latin eigarunum tey næstu trý árini.