Søkja eftir læknastjóra

Heilsumálaráðið søkir nú eftir varastjóra til Landssjúkrahúsið. Hetta er sama starv, sum stundum verður kallað læknastjóri, og tí skulu umsøkjararnir hava læknafakliga bakgrund.
Tummas í Garði hevur verið varastjóri/læknastjóri síðani 2005. Starvið er áramálssett í fimm ár og kann leingjast við trimum árum, og Tummas hevur nú røkt starvið tey átta árini. Enn veit hann ikki, um hann fer at søkja aftur, ella um hann fer aftur í yvirlæknastarvið, sum hann hevur farloyvi frá. Ein annar møguleiki er at fara onkra aðrastaðni at arbeiða, sigur hann.
Umsóknarfreistin til varastjórastarvið er 11. mars, og ætlanin er, at tann, sum fær starvið, skal byrja tann 1. juni.