Søkja eftir kommunulæknum til 12.550‬ borgarar

Heilsutrygd ger nú eina roynd at fáa kommunulæknar til 12.550 borgarar, sum í løtuni ikki hava ein fastan kommunulækna. Tað verður upplýst nú søkt verður eftir níggju nýggjum kommunulæknum kring landið.

Almenni stovnurin ynskir at seta fýra nýggjar kommunulæknar í Suðurstreymoyar læknadømi, tveir kommunulæknar í Eysturoyar læknadømi, tveir kommunulæknar í Suðuroyar læknadømi og ein kommunulækna í Norðoya læknadømi.

Í Suðurstreymoyar læknadømi er talan um fýra kommunulæknastørv í høvuðsstaðnum við tilsamans 5.750 borgarum. Frammanundan eru níggju fastsettir læknar í læknadøminum, ið telur umleið 21.000 borgarar.

Í Suðuroyar læknadømi verður søkt eftir kommunulæknum til tvær viðtalur við 2.300 borgarum. Frammanundan eru tvær aðrar kommunulækna á oynni og hava teir tilsamans 2.300 borgarar.

Somuleiðis verður søkt eftir kommunulæknum til tvær viðtalur á Skálafjørðinum til 2.800 borgarar. Frammanundan starvast tveir fastsettir kommunulæknar í økinum við umleið 6.200 borgarum.

Søkt verður eisini eftir einum kommunulækna til 1.700 borgarar í Norðoya læknadømi. Har eru sum nú er tveir fastsettir kommunulæknar til umleið 6.000 borgarar.