Søkja aftur eftir presti til Hvalvíkar

Nú verður aftur lýst eftir sóknarpresti til Hvalvíkar, hóast fýra umsóknir vóru til starvið, tá freistin var úti fyri stuttum. Embætið verður sett skjótast tilber. Tað skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.

Starvið var lýst leyst fyri tveimum mánaðum síðan, og hóast umsøkjarar vóru, verður leitað víðari.

Heimasíðan hjá fólkakirkjuni skrivar í sama viðfangi, at fólk eru vælkomin við fyrispurningum ella ivamálum. Men skrivstovan er farin í summarfrítíð, og tí hevur tað ikki eydnast Portalinum at fáa nærri innlit í málið júst nú.

Tað eru átta kirkjusóknir í prestagjaldinum. Tær eru í Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun, Hósvík, Kollafirði, Kvívík og Vestmanna. Umleið 3.900 fólk búgva í prestagjaldinum, skrivar folkakirkjan.fo.