LESNAÐUR
Michael Reveal, sum er amerikumaður og býr í Føroyum, hevur fingist við at hjálpa føroyskum áhuganum at søkja inn á skúlar í USA.
Á fundinum á Kambsdali mikukvøldið greiddi hann frá, at áhugin hjá amerikonskum skúlum er stórur at fáa føroyskur næmingar til USA.
?Í USA eru tey áhugaði í at fáa fatur á føroyskum næmingum, tí tey hava ongar føroyskar næmingar. Skúlar í USA vilja ógvuliga fegnir hava føroyskar næmingar. Sjálvt teir heilt stóru skúlarnir, sigur Michael Reveal.
Nógvir av teimum stóru skúlunum ? Ivy League ? kosta rættiliga nógv at ganga á. Men Michael Reveal heldur ikki, at tað skal vera nøkur forðing, tí áhugin sum sagt er stórur, at skúlin oftani er sinnaður at hjálpa væl til.
?Tað er nógv at fylla út, og tú skalt senda alt møguligt. Men tað er týdningarmikið at lesa væl, hvat teir skrivað til tín, og oftani er ein vegur rundanum forðingar ? eisin fíggjarliga forðingar, sigur Michael Reveal.
Tað finnast eisini skúlar, ið als ikki eru so kostnaðarmiklir sum eitt nú Harvard, og hesir eru minst líka fegnir um at fáa føroyskar næmingar.
Í løtuni ganga fleiri føroyskar næmingar á skúlum.
Bartal Nolsøe Poulsen, sum gongur á MIT við tøttum tilknýti til Harvard, eydnaðist at fáa fígging til størsta partin av sínari útbúgving. Hann gongur á college, sum svarar til støði á studentaskúla í fyrstani og síðani universitetsstøði.
Havast skal í huga, at ÚSUN veitir 120.000 kr. í skúlagjaldi ? eisini í USA.
?Tú nýtist ikki at vera akkurát liðugur við miðnámsskúlaútbúgvingina. Tað eru nógvir møguleikar eisini fyri meira tilkomin fólk, sigur Michael Reveal.









