Ongantíð áður hevur eitt rúmdarfar verið so nær tí ovurstóra mánanum Titan sum mikudagin, tá amerikanskt-evropeiska rúmdarfarið Cassini-Huygens fleyg fram við honum í 1200 kilometra hædd. Hálvan annan tíma seinni komu tær fyrstu myndirnar niður á Jørðina.
Sambært granskarunum vísa myndirnar, at Titan líkist einari upprunaútgávu av Jørðini, soleiðis sum vísindin ímyndar sær hana. Titan er umleið líka gamal sum Jørðin, og hildið verður, at umstøðurnar har eru umleið tær somu, sum tá lívið byrjaði á Jørðini fyri umleið 4,5 milliardum árum síðani.
Granskararnir vænta sær sera nógv burtur úr kanningunum hjá Cassini-Huygens. Rúmdarfarið er útgjørt við radara og mynd-atólum, sum kunnu avdúka, hvat er undir skýlagnum, sum er rundan um Titan. Uppaftur meiri fæst væntandi at vita, tá tann evrope-iski parturin av farinum skal seta seg á Titan miðskeiðis í januar. Tá fáa granskararnir væntandi meiri at vita um atmosferuna kring mánan. Titan er tann støtrsti mánin í sólskipanini og tann einasti, sum hevur eina atmosferu.
Tann amerikanski part-urin av rúmdarfarinum skal kanna allar teir 33 mánarnar hjá Saturn, og tey næstu fýra árini fer tað at flúgva 45 ferðir fram við Titan.