SÍ hevndi finalutapið

Í einum sera spennandi dysti eydnaðist tað mikukvøldið SÍ at staðfesta annað plássið, tá endaspælið hjá kvinnum fór ígongd

Flogbóltur

Talan var um ein sera javnan og spennandi dyst, har einki sum helst var avgjørt, fyrr enn seinasti bólturin í seinasta settinum varð sligin.
Unga SÍ-liðið hevur tvær ferðir í ár havt møguleika at vinna seg fram til steypafinaluna, men í báðum førum er henda ætlanin tó miseydnað. Sunnudagin var tað júst ÍF, sum syrgdi fyri hesum, tá tær vunnu finaluna í Mjølnir-kappingini, og tað var eitt tap, sum SÍ hevði sett sær fyri at hevna.
Í mun til dystin í Klaksvík, so tóktist dirvið hjá sørvágskvinnunum hesa ferð at vera væl størri. Móttøkurnar riggaðu væl, og á tann hátt eydnaðist eisini liðnum at trýsta ÍF við varierandi spælið yvir um netið, skilst.
ÍF legði seg tó ikki uttan mótstøðu. Tær vunnu bæði fyrsta og triðja settið, og tí gjørdist neyðugt við einum fimta og avgerandi setti, tá stigini skuldu plaserast. Eitt avgerandi sett, har møðin spakuliga var farin at gera um seg, og har sálarliga styrkin hjá spælarunum tí veruliga skuldi standa sína roynd. Júst hetta hevur kanska verið ein trupulleiki hjá SÍ í teimum báðum taptu finalunum, men mikudagin vístu tær týdningin, sum royndirnar úr júst slíkum finalum kunnu hava fyri eitt lið.
Tær hildu høvdið kalt, og v ið sigrinum tóku tær eitt stórt fet mótvegis fyrstu heiðursmerkjunum hjá SÍ í bestu kvinnudeildini. Hvørt hesi so verða av gulli, silvuri ella bronsu, ber enn illa til at staðfesta, men tær styrktu í øllum førum væl og virðiliga um sína støðu við sigrinum.
Samstundis má ÍF nú ásanna, at tær ikki longur einsamallar kunnu gera av, hvørt tær framvegis skulu roknast sum gullkandidatar. Munurin upp til Drátt